Enn livir vónin hjá føroyingum at varðveita fýra lið í 2021.
Í hesi vikuni eru higartil tveir javnleikir komnir, HB-HJK 2-2 og KÍ-Riteriai 0-0. Tað ger, at Føroyar eru á 52. plássi við 3,625 stigum. Fyri at fáa fýra lið í 2021 krevst, at Føroyar koma uppá 51. pláss og har liggja í løtuni Estland, Montenegro og Kosovo við 4,0 stigum. Fáa Føroyar ein sigur og ein javnleik afturat, so eru Føroyar á 4,0 stigum. Men hesi áðurnevndu lond hava framvegis lið við, so tað er ikki vist, at tey hava fingið síni seinastu stig. Tí skulu helst meir enn fýra ‘’stig’’ (ein sigur og ein javnleik) til fyri at varðveita fýra lið í 2021.
Føroyska vónin liggur helst í heimadystinum hjá B36 hóskvøldið móti Crusaders og báðum dystunum hjá HB móti Linfield. Kemur HB víðari, so kenna vit ikki komandi mótstøðuna, meðan B36 skal møta Wolverhampton, um B36 kemur víðari, og har eru ikki góð útlit á pappírinum fyri at fáa nakað stig. Hjá KÍ eru møguleikarnir á pappírinum neyvan góðir móti Luzern úr Sveis, men vit hava sæð fleiri ferðir, at føroysk lið í øðrum dystinum kunnu fáa javnleikir og onkuntíð vinna móti betri liðum.