Fyrr í ár hevur eitt kærumál um uppalingarpengar koyrt millum ÍF og Skála í sambandi við leikaraflytingina av málverjanum Jákup N. Olsen.
ÍF helt seg eiga rætt til uppalingarpengar og kærdi til aganevndina, hóast loyvisnevndin hjá FSF ikki metti grundarlag verða fyri at ÍF hevði rætt til pengarnar. Aganevndin gav ÍF viðhald, men Skála kærdi til yvirkærunevndina og fekk har viðhald. Les úrskurðin hjá aganevndini HER og les úrskurðin hjá Yvirkærunevndini HER