Tvey av liðunum í Betri Deildini fingu ikki tí bestu upptaktina til landskappingna, t+a tey í dag spældu venjingardystir móti liðum úr 1.deild.
B68 var á Skála, har Lukasz Cieslewicz legði B68 á odda. Men Skála vendi dystinum við málum frá Jákup Anthonussen og Jákup Joensen og vann 2-1. Skála hevur fyrr í ár vunnið móti bæði 07 Vestur og ÍF í Betri Deildini.
ÍF er á venjingarlegu í Suðuroynni. Har var í dag venjingardystur á skránni móti FC Suðuroy. Uros Stojanov og Karl Løkin løgdu ÍF á odda 2-0, men FC Suðuroy kom aftur og fekk javnleik 2-2.
Í 1. umfarinum komandi vikuskiftið spælir B68 á heimavølli móti KÍ, meðan ÍF vitjar EB/Streym.