Sjúrður Pauli Nielsen og Bárður J. Hansen fara møguliga aftur til síni barndómsfeløg.
20 ára gamli Sjúrður Pauli Nielsen var í fjør útleigaður frá NSÍ til ÍF. Har vóru avrikini sannførandi í nógvum dystum. Men Sjúrður Pauli hevur ikki nakra avtalu við ÍF fyri 2021, hóast fuglfirðingar vóru sera væl nøgdir við bakkin. Samband hevur verið millum partarnar, men Sjúrður Pauli hevur verið til venjing hjá NSÍ og sum skilst er í løtuni størst møguleiki fyri, at hann spælir við NSÍ í ár.
Har kemur hann møguliga inn ístaðin fyri 28 ára gamla Bárð J. Hansen. Fyrrverandi landliðsleikarin byrjaði árið væl í 2020, men fekk so ein skaða og spældi nærum einki eftir summarsteðgin. Sáttmálin er gingin út og fyrr í vetur vildi Bárður ikki gera viðmerkingar til, hvar hann fór at spæla. Nú ljóðar, at tað mest sannlíkt verður í barndómsfelagnum Víkingi, at Bárður fer at spæla í ár.