Leigusáttmálin við belgiska felagið er útgingin.
Tað kom óvæntað á mong, tá tey sóu 18 ára gamla Samuel Chukwudi á beinkinum hjá HB í gjár. Hann hevur í ár verið í belgiska felagnum Union SG. Hann kom inn í seinna hálvleiki. Samuel spælir fyribils við HB.
- Leigusáttmálin við belgiska felagið er útgingin og tí havi eg loyvið at spæla við HB. So fáa vit at síggja, hvat fer at henda, sigur Samuel Chukwudi við bolt.fo.