Hann hevur spælt onkran av venjingardystunum.
Sambært FaroeSoccer, so spældi Árni Olsen 23 av teimum 27 dystunum hjá EB/Streymi í fjør. 27 ára gamli verjuleikarin hevur spælt við besta liðnum hjá EB/Streymi á nærum hvørjum ári síðani 2012.
Hann hevur ikki sáttmála fyri 2021, men tað hevur verið ógreitt, um hann fór at spæla. Hann hevur vant við okkurt tíðarskeið og eisini spælt onkran av venjingardystunum hjá EB/Streymi, men nú er greitt, at hann í øllum førum í fyrstu atløgu ikki verður partur av besta hópinum hjá EB/Streymi.
EB/Streymur
Tilgongd:
Ronni Møller-Iversen
Heðin Klakstein
Elias El Moustage
Ári Arge
Frágongd:
Teitur Olsen
Gestur B. Dam
Bárður Olsen
Magnus Heinason
Bjarki Zachariasen
Árni G. Olsen