Tað kundi enda heilt galið síðsta leygarkvøld í HB-húsinum.
HB hevur í fleiri førum havt trupulleikar við óbodnum gestum og nú talar formaðurin at, tí kemur ikki ein broyting í, so verður neyðugt at stongja HB-húsið í tíðarskeiðum.
HB-formaðurin skrivar soleiðis:
LESIÐ
Vit hava tíverri, í fleiri umførum, havt óbodnar gestir í húsinum. Mangan hevur verið illa farið um. Tað er sjálvandi keðiligt. MEN, seinasta leygarkvøld kundi verið heilt galið. Um ikki vakin venjari kom, so er ikki vist at HB húsið stóð í dag. Í fleiri rúmum var eldur settur á papír og í einum rúmi kom venjari á eina av stóru wc rullunum, sum eldur var í. Hettar var seint leygarkvøldið.
Hetta er ein áheitan á tykkum foreldur, tosið við tykkara børn. Forklárið teimum um øðiligu avleiðingarnar, sum kunnu standast av hesum.
Vit vita ikki hvør tað er, men vit ynskja so innarliga, at øll eru góð við HB húsið og at øll hava møguleika at brúka húsið. Tí hava vit ikki havt tað stongt.
Um ikki broyting kemur í, so føla vit okkum noydd til at stongja, og so hevur ongin vunnið nakað.
Vónandi finna vit eina góða loysn saman.
Gleðiligar páskir
Páll Mohr Joensen, formaður