Her eru ársúrslitini í roknskapunum hjá øllum feløgunum í bestu og næstbestu deildini í 2020.
Øll feløgini sum skulu luttaka í bestu ella næstbestu deildini hava skyldu til at lata roknskapin inn. Tí eru øll feløgini, sum í 2021 luttaka í hesum deildum við í yvirlitinum fyri roknskapin 2020.
Ikki óvæntað, so vóru tað meistararnir í 2019, KÍ, sum høvdu besta úrslitið í 2020. KÍ hevði knapt fimm milliónir í yvirskot. B36 hevði góðar tvær milliónir í yvirskoti eftir at vera komið víðari í Evropa League tríggjar ferðir. Skála hevði nógv besta úrslitið av teimum, sum ongar Evropapengar fingu.
Nógv størsta undirskotið hevði HB, góðar tvær milliónir. HB vann greipuna og kann tí síggja fram til stórar inntøkur í 2021. Víkingur, TB og ÍF høvdu eisini undirskot.
Ársúrslit 2020:
KÍ 4.996.976 kr.
B36 2.188.895
Skála 1.230.200
NSÍ 986.980
EB/Streymur 744.354
AB 416.489
ÍF - 100.863
TB - 190.133
Víkingur - 448.040
HB - 2.039.025
07 Vestur 556.905
FC Suðuroy 419.870
B68 418.549
B71 88.920