Tað er avgjørt, at einasti NSÍ-leikarin, sum spældi allar minuttirnar í landskappingini í fjør, ikki heldur fram í ár.
Rógvi Egilstoft skifti til NSÍ í fjør. Har spældi hann sambært FaroeSoccer allar minuttirnar í landskappingini. Fyri tað mesta sum vinstri miðverji í 3-5-2 leikskipanini, sum NSÍ oftast brúkti. Rógvi hevur í vetur fingið nýtt starv sum borgarstjóri í Eiðis kommunu og tað hevur ljóðað, at hann eisini fer at spæla sínar heimadystir á Eiði. Enn er tað ikki komið uppá pláss, men tað tykist sannlíkt, at um hann spælir í ár, so verður tað í EB/Streymi. Eyðstein Skipanes, ítróttarstori í NSÍ, váttar, at hann verður ikki partur av NSÍ í ár.