Ríkin N. Djurhuus starvast nú fulla tíð í íslendska felagnum Stjarnan.
27 ára gamli Ríkin var í fjør venjari í ungdómsdeildini hjá barndómsfelagnum HB. Men í vetur hevur hann fingið nýtt starv í Íslandi.
Eri fluttur til Íslands at arbeiða fulla tíð hjá Stjarnan. Eg venji næstbesta liðið hjá kvinnunum (Kristjan Gudmundsson sum vandi HB í 2010, venur fyrsta liðið), og U19-kvinnuliðið umframt at vera einstaklinga leikara mennari hjá bæði kvinnuungdóminum og besta kvinnuliðnum
- Teir leitaðu eftir ungum venjaratalentum og so bleiv eg biðin um at senda teimum mítt CV. Hetta var 22.desember, og tað var áleið ein vika frá tí fyrsta sambandinum til vit høvdu avklárað alt. Eg hevði sáttmála við HB sum U21-venjari og hjálparvenjari hjá 1.deild, men teir vóru glaðir um hendan møguleikan hjá mær, so alt var gjørt í sátt og semju, sigur Ríkin N. Djurhuus við bolt.fo.
Besta liðið hjá Stjarnan liggur í løtuni á 6. plássi í besti kvinnudeildini í Íslandi.