Nú er greitt, hvar 25 ára gamli Patrik Johannesen spælir í 2021.
Tað hevur ligið í luftini í vetur, at Patrik Johannesen ikki fór at halda fram í KÍ, men fór at spæla uttanlands. Nú er greitt, at hann skiftir til Egersund í 3. bestu norsku deildini. Tað er felagið, sum Bob Sumareh spældi við í fjør. Hann er nú í KÍ.
Tað er Egersund, sum boðar frá tilgongdini.
- Eftir at hava tosað við venjaran, so fekk eg eina góða mynd av ambitiónstøðinum og ikki minst spælistílinum. Harafturat helt eg, at hetta var rætta tíðspunktið fyri at taka næsta stigi á míni fótbóltsleið, sigur Patrik Johannesen við heimasíðuna há Egersund.