9. umfar verður leikt um vikuskifti í Betri Deildini hjá kvinnum. Fyrsti dysturin er í morgin, tá HB og 07 Vestur bresta saman í Gundadali. Tað er eitt stig sum skilir HB og 07 Vestur á stigatalvuni. HB hevur 13 stg og 07 Vestur hevur 12 stig. Liðini hava leikt ein dyst ímóti hvørjum øðrum fyrr í ár, har HB vann 2-0 á Dungasandi. Dysturin morgin byrjar kl.14.00.
Sunnudagin eru tríggir dystir á skránni. Kl.12.15 fær B36 vitjan av TB/FCS/Royn. Klokkan 14.00 spæla Víkingur og EBS/Skála í Sarpugerði. Víkingur vann dramatiskan dyst ímóti B36 seinasta umfar, meðan EBS/Skála tapti ímóti NSÍ á heimavølli. So lagt er upp til eina spennandi uppgerð í Sarpugerði sunnudagin. Síðsti dysturin í 9.umfari er sunnudagin kl.15.00 við Djúpumýrar á Norðoyastevnu, tá KÍ fær vitjan av NSÍ. Dystirnir ímillum hesi liðini plaga at vera spennandi, og seinast liðini møttust, endaði tað við javnleiki 0-0. Eftir eina heldur slaka byrjan, so er NSÍ liðið komið upp á eitt 3.pláss og hevur 13 stig. KÍ hevur 20 stig og liggur á oddaplássinum. So hesin dysturin hevur eisini týdning fyri oddastríðið, har NSÍ við einum sigri á KÍ kann meldað seg inn í kappingina um FM stríðið.
Dystirnir í 9.umfari:
Leygardagin:
Kl.14.00: HB-07 Vestur
Sunnudagin:
Kl. 12.15: B36-TB/FCS/Royn
Kl. 14.00: Víkingur-EBS/Skála
Kl. 15.00: KÍ-NSÍ