Tað var klassamunur á Skála, tá NSÍ tók seg burtur frá niðurflytingarstríðnum.
Í kvøld var lagt upp til botngysara á Skála, har Skála við fimm stigum tók ímóti NSÍ við níggju stigum. Men talan bleiv ikki um spennandi dyst. NSÍ var hamskift og spældi sum vit ikki hava sæð teir fyrr í ár. Løgdu trýst langt frammi á vøllinum og vóru sera ágangandi og spældu væl. Skála fekk ikki frið at spæla og kom ongantíð inn í dystin, fyrr enn hann var avgjørdur. NSÍ førdi 3-0, tá minni enn ein tími var leiktur, og tá var dysturin avgjørdur. Skála minkaði og kundi fingið spenning í, men úr sera góðari støðu rakti nýggi álopsleikarin hjá Skála ikki bóltin.
NSÍ vann 4-1 og kom við hesum sannførandi sigrinum uppá 12 stig. Tað merkir, at sjey stig eru niður til tey bæði aftastu liðini, og tí er NSÍ fyribils leyst frá niðurflytingarstríðnum.