NSÍ vann grannauppgerðina og hevur sagt farvæl við niðurflytingarstríðið. Nú er ikki langt fram til Evropapláss.
NSÍ vann 1-0 móti B68 í einum jøvnum og rótutum dysti í kvøld. Málið skeyt Pætur Hentze eftir innlegg frá Pæturi Skipanes. Sigurin ger, at NSÍ nú hevur 10 stig niður til tey aftastu liðini, men bara fýra stig upp til liðini, sum liggja á síðstu Evropa plássunum. Nøkur lið hava tó spælt ein dyst færri, men liðini á 3. og 4. plássi, B36 og HB, møtast innanhýsis í morgin.
Leygardagin verður týdningarmikil dystur fyri botnstríðið, tí vinnur 07 Vestur móti Skála har, so verða B68 og Skála í einum bólki fyri seg í botninum, har tey fara at hava heili átta stig upp til strikuna.