NSÍ hevur longu tikið avgerð um, at senda útlendskan leikara hús, sum ikki hevur víst seg at vera tann styrkur, sum vónað var.
31 ára gamli Alfred Sankoh bleiv 2. jóladag kunngjørdur sum nýggjur leikari hjá NSÍ. Tá skrivaði NSÍ soleiðis:
Alfred Sankoh er nýggjur í NSÍ hópinum. Talan er um ein sera royndan og sterkan leikara, sum nú hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ. Alfred hevur spælt í bestu norsku deildini, bestu deildini í Turkalandi, í bestu deildini í Azerbajan, og hevur eisini umboða Sierra Leone á landsliðnum.
Alfred Sankoh er 31 ára gamal, og er ein royndur og sterkur miðvallari. Hann kemur heilt víst at styrkja um NSÍ liðið, og gleða vit okkum at síggja hann í gulu blusuni.
Men Alfred hevur ikki víst seg at vera tann styrkurin, sum m.a. hansara CV kundi bent á. Í venjingardystum hava vit sæð hann bæði gjørt brotsspark og fingið reytt kort umframt, at hann hevur drigist við skaða. Nú er greitt sambært góðum keldum hjá bolt.fo, at NSÍ ynskir at steðga samstarvinum. Alfred var ikki á vøllinum í Klaksvíkskappingini og sum skilst arbeiða partarnir við at gera eina avtalu, har samstarvið steðgar. Tað ljóðar eisini, at NSÍ ætlar at fáa ein útlendskan styrk til sentrala miðvøllin inn ístaðin.
NSÍ endaði í vikuskiftinum á 2. plássi í Klaksvíkskappingini.