Elias Fagrá heldur ikki fram.
Jóhan Petur Poulsen, høvuðsvenjari hjá Víkingi, sigur, at tað verður útskifting, hvat málmonnum viðvíkur.
- Elias Fagrá er givin sum avleiðing av síni útbúgving. Hann er tó framvegis í felagnum og til at heita á, men er ikki partur av besta hópinum. Bárður á Reynatrøð er komin aftur til felagið og so er Sonni Højgaard framvegis í hópinum, sigur Jóhan Petur Poulsen við bolt.fo.