Hann er m.a. kendur fyri at taka ímóti nógvum kortum sum ein kontantur leikari.
36 ára gamli Høgni Madsen er í ár partur av besta hópinum hjá B68, men vegna skaða hevur hann ikki spælt enn. Høgni var fyrr kendur sum ein kontantur leikari, sum eisini fekk nógv kort. Hann er sambært FaroeSoccer skrásettur fyri 291 dystir, 98 gul kort og 8 reyð kort í bestu mansdeildini.
Í 2. umfari í bestu kvinnudeildini síggja vit, at Høgni Madsen nú skal royna seg sum dómari. Hann skal døma dystin millum EB/Str/Skála-07 Vestur 27. mars. Tá skal hann royna seg í leiklutinum at geva kort ístaðin fyri at móttaka tey.
- Mín fótbóltskarriera er við at enda, og hetta verður nokk mitt síðsta ár sum virkin. Eg vil fegin verða við innan fótbóltin, og hugsadi tað hevði verið spennandi at fari at dømt. Eg tók dómaraskeið fyri nøkrum vikum siðani, og fari so at døma dystir, sum passa til okkara dystir vid B68, sigur Høgni Madsen við bolt.fo.