Tað verður eitt partvíst nýtt Víkinga lið, sum vit koma at síggja í ár. Av leikarunum sum eru farnir kunnu vit telja upp í eini fýra, sum byrjaðu regluliga inni. Til hópin eru stór nøvn komin. Tað er mest skorandi leikarin í felagnum søguliga sæð, tað er ein tann besti leikarin í føroysku kappingini í 10'unum og so tveir av størstu profilunum hjá Skála í fjør. Venjarin er eisini nýggjur sum kemur við einum spælistíli, sum ikki er sæddur í Víkingi áður. Eyðun Klakstein sigur, at nú er hópurin hjá Víkingi endaligur.
– Hópurin hjá Víkingi er endaligur. Vit hava gjørt nakrar skiftingar í vetur, og vit hava nú gjørt avtalu við teir nýggju spælararnar, sum vit vildu hava til felagið. Sjey spælarar eru givnir ella farnir til onnur feløg, og fimm nýggir spælarar eru komnir til felagið. Harvið verður eisini pláss fyri, at onkrir yngri og lokalir spælarar fáa størri leiklut í hópinum, sigur Eyðun Klakstein við bolt.fo.
Tilgongd:
Jákup Johansen
Ari Olsen
Lukasz Cieslewicz
Sonni Højgaard
Finnur Justinussen
Frágongd:
Hanus Jacobsen
Heðin Hansen
Adeshina Lawal
Filip Djordjevic
Bárður á Reynatrøð
Dion B. Splidt
(Milan Svojic er eisini farin, men hann var útleigaður og spældi ikki við Víkingi eftir summarsteðgin í fjør)