Av teimum sum væntast at byrja inni móti Moldova, so er talan um eitt lið við nógvum landsliðsroyndum og lutfalsliga høgum miðalaldri.
Siga vit at dagsins venjing var eftirfarandi fyri, hvør byrjar inni, so vera tað hesir 11: Gunnar Nielsen/Teitur M. Gestsson(ógreitt) - Gilli R. Sørensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Brandur H. Olsen, Jóan Símun Edmundsson, Klæmint A. Olsen.
Her síggja vit, at allir teir royndu leikararnir eru tøkir samstundis hesaferð. Liðið líkist tí nógv tí, sum Lars Olsen brúkti nógv síni síðstu ár.
Her er talan um ein lutfalsliga høgan miðalaldur:
34 ár: Sølvi Vatnhamar
31 ár: Odmar Færø
30 ár: Klæmint A. Olsen
29 ár: Viljormur Davidsen, Jóan Símun Edmundsson
28 ár: Hallur Hansson, Gilli R. Sørensen
26 ár: Sonni Ragnar Nattestad
25 ár: Brandur H. Olsen, Gunnar Vatnhamar
Gunnar Nielsen (34) ella Teitur M. Gestsson (28)
Talan er í stóran mun um leikarar, sum hava verið á landsliðnum í nógv ár.
Fyrsti A-landsdystur (venjingardystir ikki íroknaðir):
2018: Gunnar Vatnhamar
2014: Sølvi Vatnhamar, Sonni Ragnar Nattestad, Brandur H. Olsen, Gilli R. Sørensen
2013: Viljormur Davidsen
2012: Klæmint A. Olsen, Hallur Hansson, Odmar Færø
2009: Jóan Símun Edmundsson
Gunnar Nielsen (fyrsti landsdystur í 2010) ella Teitur M. Gestsson (fyrsti landsdystur í 2019)
Tal av landsdystum:
59: Jóan Símun Edmundsson
53: Hallur Hansson
45: Sølvi Vatnhamar og Viljormur Davidsen
41: Gilli R. Sørensen
39: Brandur H. Olsen
34: Odmar Færø
33: Klæmint A. Olsen
30: Sonni Ragnar Nattestad
9: Gunnar Vatnhamar
Gunnar Nielsen (59 landsdystir) ella Teitur M. Gestsson (11 landsdystir)
Keldur: Faroesoccer.com og fsf.fo
Stuðlað landsliðsumrøðuni 2021 á bolt.fo hevur: