Ein av lyklaleikarunum hjá Bodø/Glimt væntast kanska seldur innan stutta tíð.
Norska TV2 skrivar í kvøld, at 23 ára gamli Ola Solbakken innan stutta tíð verður samdur við italska stórfelagið Roma um at skifta til felagið. Umboðsmaðurin hjá Solbakken er fyrrverandi Liverpool-leikarin, Bjørn Tore Kvarme, men hann vil ikki gera viðmerkingar.
Roma kennir væl til Solbakken, tí júst Roma, har kendi Jose Mourinho er venjari, og Bodø/Glimt møttust fýra ferðir farna kappingarár í Conference League. Harav vann Bodø/Glimt tveir av dystunum. Sáttmálin hjá Solbakken gongur út eftir hetta kappingarári, so skal Bodø/Glimt fáa pengar fyri hann, so er tað nú.
Bodø/Glimt-KÍ spæla mikudagin kl. 17.00.