UEFA hevur kunngjørt upphæddirnar fyri Champions League og Europa League fyri komandi kappingarár. Víkingur fær knappar 6 milliónir í ringasta føri fyri sína Champions League og Europa League luttøku. NSÍ fær næststørstu upphæddina.
UEFA upplýsir í dag, at fyri at luttaka í Champions League fáa liðini €260,000. Síðani koma upphæddir fyri hvørt umfar. Víkingur byrjar í 1. umfari og har er upphæddin €280,000. Kemur Víkingur víðari, so er upphæddin í 2. umfari €380,000. Sleppur Víkingur ikki víðari í Champions League, so fer liðið í 2. umfar í Europa League og har er upphæddin €260,000. Og eydnast at koma víðari har, so er upphæddin í 3. umfarinum í Europa League €280,000
Í ringasta føri fær Víkingur sostatt €800,000, sum svarar til áleið 5,95 milliónir krónur. Kemur Víkingur víðari í Champions League, so skulu tríggjar milliónir leggjast afturat. Kemur Víkingur ikki víðari í Champions League, men víðari í Europa League, so leggjast góðar tvær milliónir afturat. Upphæddin fyri at vinna FM er nógv økt, tí fyri fáum árum síðani fekk FM vinnarin góðar tríggjar milliónir. Upphæddirnar frá í fjør eru nakað øktar fyri hvørt umfar umframt, at FM vinnarin ikki áður er sloppin við í Europa League, um hann ikki er komin víðari frá fyrsta umfarinum.
Europa League
Í gjár skrivaði bolt.fo um upphæddirnar í Europa League. Tær eru nú váttaðar av UEFA. B36 og KÍ fáa 1,63 milliónir fyri at luttaka í undanumfarinum, meðan NSÍ fær 1,78 fyri at luttaka í 1. umfarinum. Hetta er áleið somu upphæddir sum í fjør í Europa League. 1,78 milliónir afturat fáa B36 og KÍ, um tey spæla seg í fyrsta umfar. Kemur nakað lið til 2. umfar, so leggjast knappar tvær milliónir afturat.
Les HER um møguligu mótstøðuliðini hjá Víkingi í Champions League
Les HER um møguligu mótstøðuliðini hjá NSÍ í Europa League
Les HER um møguligu mótstøðuliðini hjá B36 og KÍ í Europa League
Kelda: UEFA