HB-framherjin skal skjóta minst trý mál síðstu tvey umførini.
Í 2019 setti Klæmint A. Olsen met fyri flest mál eitt kappingarár í landskappingini, tá hann skeyt 26 mál fyri NSÍ. Hetta metið kann í ár blíva tikið. Mikkel Dahl hjá HB hevur skorað 24 mál og hevur tveir dystir eftir, sum eru móti 07 Vestur á útivølli og ÍF á heimavølli.
28 ára gamli Mikkel Dahl, ið kemur úr Danmark, hevur ongan sáttmála fyri 2022 og tí er enn ógreitt, um hann heldur fram í Føroyum komandi ár.