Á fyrsta sinni nakrantíð hava vit skrásett uppleggini í bestu kvinnudeildini. Hetta hevur verið møguligt vegna vælvild frá álitispersónum í ymisku liðunum í Betri Deildini hjá kvinnum.
Margunn Lindholm frá greipuvinnarunum úr EB/Streymi/Skála gjørdist leikarin, sum legði upp til flest mál. Hon legði upp til 22 mál. Eitt færri upplegg hevði Milja Simonsen úr HB. Nýggju leikarar løgdu upp til nýggju mál ella fleiri. Sí listan niðanfyri.