Leeds hevur sett 62 ára gamla navnframa Marcelo Bielsa sum høvuðsvenjara. Hetta er hansara fyrsta uppgáva í bretskum fótbólti.
Uppundir HM var Jóan Pauli Jacobsen, venjari við m.a. serligum áhuga fyri fótbóltssøguni, á bolt.fo og gav síni boð uppá ymiskt kring HM. M.a. nevndi hann nýggja venjaran hjá Leeds.
10. Hvørjum heldur tú við í HM og hvat væntar tú tær av tí liðnum?
Hóast Týskland vinnur HM, so eri eg spentur, hvat Jorge Sampaoli kann gera við Argentina. Sampaoli er lærusveinur hjá Marcelo Bielsa og dámar væl álopssinnaðan fótbólt, svaraði Jóan Pauli m.a.
Í hesum sambandi hava vit vent okkum til Jóan Paula Jacobsen fyri at fáa nakrar hugleiðingar kring nýggja venjaran hjá Leeds, sum spælir í næstbestu deildini og sum sambært bretskum miðlum ongantíð hevur havt so dýran venjara áður.
Jóan Pauli skrivar soleiðis:
“Er hann veruliga so svakur sum sagt verður?”, varð Atletic Bilbao leikarin, Iker Muniain, spurdur, tá Marcelo Bielsa hevði stjórnað liðnum í nakrar mánaðir. ”Nei”, svaraði Muniain. ”Hann er nógv svakari!”. Tað er soleiðis ikki av ongum, at Bielsa kallast ”El Loco” (Hin Øri). Hann er nágreiniligur og fer út í smálutir, hann kannar longdina av grasinum, har lið hansara skal spæla, áðrenn hann avgerð leikskipanina. Eisini á síðulinjuni er hann kendur fyri løgnan og heldur margháttligan atburð.
Newell’s Old Boys – svarta fárið í familjuni
Marcelo Bielsa vaks upp í Rosario í Argentina. Familjan hoyrdi til argentisku yvirstættina og legði dent á útbúgving. Systkini fóru eisini øll undir hægri lesnað, men Bielsa halgaði sítt lív til fótbóltsspælið. Í einari familju, har man við brennandi tokka skuldi stuðla Rosario Central, gekk Bielsa ímóti siðvenjuni hjá familjuni og stuðlaði høvuðsfíggindanum Newell’s Old Boys. Sum leikari var hann eisini partur av Newell’s, men eftir eina heldur miseydnaða yrkistíð sum leikari fann hann útav, at hann hevði ein eyðsýndan eginleika sum kundi brúkast á sama hátt sum hansara familjuarvur; hann hevði tað í høvdinum. Bielsa var rætt og slætt ongin fótbóltsleikari, men hann visti væl, hvussu fótbóltur skal spælast. Tí steðgaði hann sum 25-ára gamal fyri at kunna hugsavna seg um at menna seg sum fótbóltsvenjari. Til endans fekk hann eitt starv sum ungdómsvenjari í sínum kæra Newell’s við mentori sínum, Jorge Griffa, við sína lið. Tá Bielsa ynskti at taka lopið upp sum høvuðsvenjari hjá Newell’s, var tað Griffa sum helt í oyruni á ”El Loco” og segði við hann, at hann skuldi halda fram har hann var, og síggja hvussu man mennir eitt lið frá grundini av. Saman bygdu teir eitt væleydnað ungdómslið, har fleiri av leikarunum seinni luttóku í størsta kleyvarskapinum hjá Bielsa sum fótbóltsvenjari.
Tá Bielsa loksins tók starvið í Newell’s var tað av fullum huga. Hann gav øllum leikarunum boð um at gloyma tað, sum teir fyrr høvdu lært, og at læra seg tað, sum hann hevði at geva teimum. Venjingin var hørð og ógvuslig, og leikararnir vórðu vandir í at læra seg um felagsskaparkenslu. Tað handlaði ikki longur um, hvussu sterkir leikararnir vóru sum einstaklingar, men hvussu sterkir teir vóru sum lið. Fyrsta kappingarárið vann hann várkappingina (Apertura) umframt steypadystin millum várvinnarin og heystvinnarin. Myndirnar av einum kenslubornum Bielsa, sum leikararnir bóru halakukk, fóru um alt Argentina. Hann sang saman við fjepparunum, veittraði við einum turriklæði í litunum hjá liðnum hjá sær, og sum 35-ára gamal var hann yngsti venjari nakrantíð, sum hevði ført liðið hjá sær til meistaraheitið. Árið eftir stríddu Bielsa og Newell’s seg til Copa Libertadores finaluna, har tað gjørdist til eitt tap fyri São Paulo í brotssparkskappingini, men teir endurreistu nakað av æruni bara vikur seinni, tá teir vunnu argentinsku heystkappingina (Clausura).
Argentinska landsliðið – frá hetju til syndabukk
Árið er 1998 og Argentina er sligið út av HM í fjórðingsfinaluni ímóti Hollandi. Daniel Passarella fer úr starvinum sum argentinskur landsliðvenjari, og eftirmaður hansara verður ”El Loco”. Lívlangi dreymurin hjá Bielsa gerst veruleiki, og saman við einum gyltum, argentinskum ættarliði við leikarum sum Juan Sebastian Veron og Hernán Crespo sorlaði Bielsa alt og øll í HM-undankappingini á vegnum til HM í Fjareystri summarið 2002. So syndraðist alt. Argentina verður skýrt til at vera ein greiður favorittur og roknað verður við, at Argentina vinnur leikandi lætt á mótstøðuliðnum so hvørt. Bielsa var sjálvsikkur, Argentina var sjálvsikkurt. Aftan á ein skuffandi 1-0 sigur á Nigeria tóktist tað sum um, at ágangandi 3-4-3 leikskipanin hjá Bielsa var av tí gramma slagnum. Har Bielsa og hansara menn fyrr høvdu eyðmýkt lið knógvaðust teir nú við at bróta niður verjumúr oman á verjumúr. Ongland fekk so sína hevnd frá undanfarna HM og vann 1-0. Í lagnudystinum ímóti Svøríki megnaðu menninir hjá Bielsa ikki meir enn ein javnleik, og vóru útslignir. Verðina runt fóru myndir av einum grátandi Gabriel Batistuta (ein av leikarunum Bielsa var við til at skapa í Newell’s), einum skelkaðum Juan Sebastian Verón og einum ørkymlaðum Javier Zanetti. Skelkur. Fiasko. Skomm. Hóast hann varð sitandi við róðrið í tvey ár afturat, og vann OL í Athen, so segði Marcelo Bielsa seg úr starvi sum argentinsku landsliðsvenjari. Sum fótbóltsvenjari broytti hann fullkomiliga kós.
”El Loco” var hvørki at síggja ella at hoyra í eina tíð. Tað einasta man visti var, at hann hevði givið sær sjálvum útgonguforboð, og helt seg inni í húsum sínum uttan fyri heimbýin Rosario, har hann hevði læst seg inni saman við minnunum, og løturnar frá Korea og Japan forfylgdu hann. Hvat gekk galið? Liðið hjá honum var nærum fullkomið! Hvat var tað, sum hann ikki hevði varnast? Fyri 15 árum síðani var hann avmyndaður við einum turriklæði í aðrari hondini, meðan hann dukaði seg sjálvan á bringuna og geylaði út sín kærleika fyri Newell’s Old Boys, nú var hann ein víðgongdur fótbóltsvenjari sum gav øllum smálutum gætur. Broytingar í leikskipan, umstiling frá álopi til verju, høgt trýst, felagstrýst, síðuforskjóting, fyrstuferðsavleveringar, reaktiónstíð. Í húsum sínum uttan fyri Rosarion legði Bielsa eina ætlan fyri, hvussu hann aftur skuldi leggja fótbóltsheimin undir seg. Trý ár gingu, áðrenn hann endiliga fekk sín møguleika til at mótprógva teimum, sum høvdu lynsjað hann fimm ár frammanundan. ”Fullkomin ørskapur”, søgdu teir. ”Ein maður er púra svakur til hann eydnast”, svaraði Bielsa.
Chilenska landsliðið – bjargingarmaðurin
Bielsa hevði ongantíð dult, at hann var hugtikin av Chile. Hann helt, at chilenskur fótbóltur var í stórari menning, og at chilenski stríðsandin var nakað spennandi og frískt. Longu í 1992, tá hansara Newell’s møtti tí chilenska meistaraliðnum Colo Colo, hevði Bielsa havt á orðið, at hann gott kundi hugsa sær at arbeiða tættari við chilenskum fótbólti. Tí var tað ein ynskistøða, tá Nelson Acosta fór úr starvinum sum chilenskur landsliðvenjari aftan á eyðmýkingina frá Brasil í fjórðingsfinaluni í Copa América í 2007. ”El Loco” var, aftan á trý ára fráveru, endurreistur. Aftan á ein tvídrátt við miðlarnir vandi hann aftan fyri stongdar dyr og kravdi vaktarfólk av besta slagi uttan fyri venjingarmiðstøðina. Harumframt fekk hann eitt høli bygt til endamálið uttan fyri miðstaðarøkið í Santiago, har kann kundi granska fótbólt á sama hátt, sum hann hevði gjørt fyrr. Sagt varð, at Bielsa gjarna sat 17-18 tímar í hølinum hjá sær og skrivaði ting niður, sum hann sá á sjónbandi, granskaði leikskipanir, og granskaði eginleikarnir hjá teimum ymisku leikarunum, sum hann hevði ábyrgdina av. Hann hevði eina skjalamappu til hvønn leikara sær! Hann visti, at chilenski landsliðshópurin tørvaði leikarar við individuellum talenti, men at teir høvdu eina øra viljastyrki. Tað skuldi hann brúka til sín fyrimun. Í einari nýsamansettari 3-3-1-3 leikskipan, sum ofta líktist 4-3-3, skuldi tað chilenska landsliðið taka síni mótstøðulið á bóli við einum ovurhøgum trýsti og vitleysum intensiteti í spælinum hjá sær.
Síðani Chile hevur Marcelo Bielsa stjórnað Athletic Bilbao, Marseille, Lazio, Lille og skal nú standa á odda fyri Leeds United, sum hevði sína stórtíð í 60-unum og 70-unum undir navnframa Don Revie. Bielsa støðast ikki leingi á sama stað, men keðiligt verður tað ikki! Vit fáa alt kensluraðið at síggja!
Kelda: footballanalyse.wordpress.com
Eisini Pep Guardiola, kanska mest vinnandi venjarin í Europa seinnu árini, hevur nógv gott at bera Bielsa, sum hann hevur sagt er besti venjarin í heiminum. Guardiola hevur spælistílin hjá Bielsa sum fyrimynd á summum økjum. Sí meir í grein HER