Kvinnurnar hjá NSÍ hava fingið tilgongd av fleiri leikarum.
NSÍ skrivar:
NSÍ hevur sett fysioterapeut til Betri liðið hjá kvinnunum, og tveir nýggir leikarar eru komnir í hópin.
Vit hava sett okkum fyri, at umstøðurnar hjá Betri kvinnunum við Løkin, skulu vera so góðar sum yvirhøvur gjørligt. Tí er hetta ein liður í okkara menningarætlan, at vit hava valt at seta ein fysoterapeut til liðið. Talan er um Turid Dyssegaard av Strondum. Vælkomin til NSÍ Turid.
Eisini eru tveir nýggir leikarar komnir í hópin. Talan er um Vár í Heimustovu úr Klaksvík, sum hevur spælt við besta liðnum hjá KÍ, og Kára Ingolfsdóttir Djurhuus, sum kemur av Toftum, og hevur spælt 42 dystir í bestu deildini við B68/NSÍ og á fyrstu deild hjá ÍVB. Vit ynskja Vár og Káru vælkomnar til NSÍ, og bestu eydnu.