Tað er møguleiki fyri, at eitt føroyskt kvinnulið fer at hava eini fýra íslendskar leikarar á liðnum í ár.
Á íslendsku fótbóltsheimasíðuni fotbolti.net verður søkt eftir einum málverja, einum verjuleikara, einum miðvallarleikara og einum álopsleikara. Sagt verður, at leikararnir fáa ein lítlan sáttmála, men síðani eisini eitt starv við góðari løn umframt íbúð og ferðaútreiðslur millum Ísland og Føroyar.
Kontaktpersónur er Frankie Jensen, men annars verður ikki upplýst, hvat felag talan er um.