Eftir at NSÍ, HB og B36 vunnu í dag, so kann stigatalvan blíva óvanliga jøvn eftir dystirnar í kvøld, tá ein triðingur er leiktur. Vinnur Víkingur sum væntað á heimavølli móti EB/Streymi, so skal tann - á pappírinum - spennandi dysturin millum Skála og KÍ enda við einum sigri til Skála fyri at vit fáa eina óvanliga spennandi kapping eftir fyrsta triðing í Betri Deildini hjá monnum. Tá verða tvey stig frá KÍ á 1. plássi og niður til B36 á 5. plássi. Meðan HB verður beint í hølunum, fimm stig aftanfyri oddaliðið.
Dystirnir mánakvøldið millum Víking-EB/Streym og Skála-KÍ byrja kl. 18.00.