Vit hava hugt eftir rákinum undir nýggja HB-venjaranum í AC Horsens og FC Fredericia.
Hagtøl kunnu siga eitt sindur um, hvussu ein venjari ynskir at spæla. Nýggi HB-venjarin Jonas Dal hevur síðstu árini vant FC Fredericia og AC Horsens. Og her er stórur munur á, hvussu hesi bæði liðini hava spælt.
FC Fredericia
Í FC Fredericia í 2019/20, sum var seinna árið hjá Jonas Dal í FC Fredericia, tá toppaði liðið á flestu økjum í álopspartinum. FC Fredericia endaði nr. 3 í næstbestu deildini, men hevði bóltin mest (60 %), flest driblingar, flest hendingar í brotssteiginum hjá mótstøðuliðnum o.s.v. Eisini hevði liðið hægst væntað mál, sum bendur á góðan álopspart. Hinvegin haltaði í verjupartinum, tí tað vóru bara tvey lið í deildini, sum høvdu fleiri væntað mál ímóti.
AC Horsens
Í AC Horsens tók Jonas Dal yvir eitt lið, sum var kent undir Bo Henriksen fyri primitivan fótbólt við deyðbóltum, longum innkøstum o.s.v. AC Horsens hevur ikki staðið seg væl í Superliguni og tað sást aftur í tølunum. Í miðal hevur AC Horsens havt bóltin 45 %, sum er millum tey lægstu í deildini. Hinvegin hevur AC Horsens verið í nógvum luftdystum.
Nógv innlegg
Skulu vit síggja nakað felags fyri liðini hjá Jonas Dal, so er tað, at liðini koma til nógv innlegg. Í FC Fredericia var liðið há Jonas Dal tað liðið, sum kom til flest innlegg í deildini. Og í Superliguni var tað bara FC Midtjylland, sum kom til fleiri innlegg enn AC Horsens.
Samanumtikið kann sigast, at Jonas Dal ikki kann setast í ein bás, hvat spælistíli viðvíkur. Í Hobro og AC Horsens hava hansara lið ikki verið so áhuga í at havt bóltin, meðan hansara lið hava havt bóltin nógv í Kjellerup og FC Fredericia. Jonas Dal hevur eisini sagt í donskum miðlum, tá hann hevur skift feløg, at tað hevur týdning, hvørjar typir og hvat fyri spælistíl, liðini eru von við. Tí er mest sannlíkt, at tað kemur at vera álopsfótbóltur, har liðið hevur nógv bóltin, eins og vit sóu í FC Fredericia, nú Jonas Dal verður venjari hjá HB.
– Eg vil eisini spæla við høgum trýsti, og stýra dystunum bæði offensivt og defensivt. Eg fari at halda fram við sama leisti, og fari ikki at kollvelta nakað. Sjálvandi fari eg at gera nakrar taktiskar tillagingar, og fari at hyggja eftir hvar vit kunnu gerast enn betri. Men tit skulu vænta at síggja álopssinnaðan fótbólt, sigur Jonas við hb.fo í dag.
Leikiskipan
4-2-3-1 og 4-4-2 (nærum bara hesar báðar leikskipanir síðstu tvey árini)
Kelda til hagtøl: InStat og Transfermarkt