EB/Streymur hótti KÍ ein part av dystinum, men at enda vann KÍ við trimum málum, meðan HB var betra liðið í grannauppgerðini og vann uppiborið.
Tveir dystir vóru í Betri Deildini hjá monnum í kvøld. Í Gundadali var grannauppgerð, har HB vann 1-0 móti B36. HB var betra liðið stóran part av dystinum, men B36 hevði eisini sínar løtur. Fleiri stórir málmøguleikar blivu misnýttir, teir flestu til HB. HB varðveitti sostatt sína góða røð av úrslitum móti B36 síðstu trý árini.
Í Klaksvík vann KÍ 3-0 móti EB/Streymi. EB/Streymur var væl við stóran part av dystinum og hevði í fyrra hálvleiki tveir stórar málmøguleikar til at skora. KÍ vísti ikki sannførandi spæl, men var tó betra liðið og vann at enda 3-0. Sostatt fer KÍ í landsliðssteðg seks stig frammanfyri Víking. KÍ hevur tríggjar dystir eftir áðrenn Champions League dystirnar í summar.