Betri deildin hjá monnum letur 1,5 mió til akademiið sum KÍ júst hevur sett á stovn.
Tað vóru teir tríggir lokalu leikarirnir Jóannes K. Danielsen, Jákup B. Andreasen og Jóannes Bjartalíð sum handaðu Glenn Ståhl, akademistjóra ein kekk áljóðandi 1.500.000 kr.
Teir umboða lokalu leikararnar sum eru uppaldir í felagnum og sum saman við øllum hinum liðfeløgunum hava verið úti í Europa og vunnið felagnum stórar peningaupphæddir. Ein part av hesum pengunum hava teir ynkst at stuðla nýggja akademinum við, soleiðis at ungar gentir og dreingir í Klaksvík kunnu fáa enn betri fortreytir fyri at gerast góðir fótbóltsleikarar.
KÍ fjeppararfelagið í Tórshavn letur 75.000 kr.
Klaksvíkar Ítróttarfelag eigur nakrar góðar vinir í Tórshavn. Hettar eru fjepparar búsitandi í suðursteymi sum hava stovna eitt fjepparafelag har tey savnast um KÍ. Fjepparafelagið hevur ynkst at stuðla nýggja akademinum við 75.000 kr. og tað eru vit so hjartaliga takksom fyri.
Kl. 11 í dag hevur KÍ ein tíðindafund fyri miðlunum har vit fara at greiða frá verkætlanini.