Toppdystur í Betri Deildini hjá kvinnum er í Klaksvík í kvøld. Vit fylgja dystinum.
Undan dystinum er KÍ oddalið við 25 stigum, ÍF/Víkingur/B68 er á 2. plássi við 24 stigum og HB á 3. plássi við 19 stigum. Øll liðini hava leikt 11 dystir og hava fimm dystir eftir. Sostatt kann dysturin í kvøld fáa stóran týdning. Hetta er eisini síðsti innanhýsis dysturin millum hesi bæði liðini hetta kappingarárið. Niðast í greinini kann dómaraseðilin síggjast. Dysturin byrjar kl. 19.15 og dagført verður, tá nakað av týdningi hendur í dystinum.
8 min.: Eingin stórur málmøguleiki enn. Spælið hevur gingið javnt millum bæði liðini.
16 min.: Bæði liðini hava roynt seg við góðum málroyndum. Nærmast var Sigrid Jacobsen hjá KÍ, men skallarin fór beint viðsíðuna av.
26 min.: 0-0 og fáir málmøguleikar síðstu løtuna.
34 min.: So var 1-0 til KÍ. Malena Josephsen legði bólt innfyri, og har var ein leikari hjá ÍF/Víkingi/B68 (ÍVB) so óheppin at gera sjálvmál.
41 min.: Næstan 2-0, men frísparkið frá Duritu Hummeland endaði á stongini og út.
Hálvleikur: 1-0 til KÍ
53 min.: KÍ hevur fleiri ferðir verið nær við at økt fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men enn er 1-0.
68 min.: Stórir málmøguleikar, serliga til KÍ. Men ein tann størsta fekk Jacoba Langgaard, tá Hanna Højgaard, sum er vandamiklasti leikarin hjá ÍVB, slapp ígjøgnum og legði útfrá, men skotið frá Jacobu fór viðsíðuna av.. Hjá KÍ er tað serliga Evy á Lakjuni, sum er við í tí mesta.
71 min.: So er 2-0 til KÍ. Tað hevur ligið eitt mál í luftini síðstu løtuna. Maria K. Thomsen skoraði eftir at ÍVB ikki fekk ruddað bóltin ordiliga burtur.
76 min.: 3-0 til KÍ. Evy á Lakjuni leggur innfyri til Mariu K. Thomsen, sum skorar til 3-0.
Liðugt: 3-0 til KÍ. KÍ er sostatt fýra stig frammanfyri ÍF/Víking/B68 á oddasessinum.