Vit kunnu vænta nakrar leikaratilgongdir afturat. Fleiri feløg ynskja at leiga frá meistarunum.
15. mars stongir flytingarvindeygað og áðrenn tað kunnu vit vænta fleiri leikaratilgongdir.
Hjá trimum av topp 4 liðunum kunnu vit vænta virksemi. KÍ fær væntandi tveir leikarar inn afturat. Annar verður ein álopsleikari og hin væntast at verða ein vinstri kantur, har KÍ sær tunt út. HB fær væntandi ein leikara inn afturat, og talan verður helst um ein verjukendan miðvallarleikara. Í B36 manglar álopsleikarin at koma uppá pláss. Mest sannlíkt verður talan um útlendskar leikarar í øllum hesum førunum.
Í Víkingi og EB/Streymi tykjast hóparnir verða endaligir og tað sama kann verða galdandi í 07 Vestur og AB. Í TB verður onkur tilgongd, har m.a. ein álopsleikari væntast. B68 og ÍF sigast fylgja væl við gongdini í KÍ, har venjarin Magne Hoseth í Norðlýsinum læt upp fyri møguleikanum at útleiga leikarar.
Í fjør vóru tað fleiri feløg, sum vístu áhuga fyri at leiga U21-landsliðsmiðverjan Børga Petersen, men tá segði KÍ nei. Nú ljóðar, at tað aftur er áhugi at leiga hann, har ÍF í øllum førum er áhuga. So er spurningurin, um KÍ metir hann at verða ov nær liðnum til at fara og um hann er áhugaður sjálvur. Børge hevur framvegis aldur til U21-landsliðið og hevur helst brúk fyri støðugari spælitíð. Ein annar leikari er 18 ára gamli Silas Gaard, sum bæði B68 og ÍF sigast hava áhuga í. Hann skoraði m.a. tvey mál í eina venjingardystinum hjá KÍ móti 07 Vestur.