KÍ var tað liðið í Betri Deildini, sum skapti flestar málmøguleikar í 2019.
Hagtøl frá InStat vísa, at KÍ skapti flestar málmøguleikar í 2019.
Skaptir málmøguleikar í miðal pr. dyst:
1. KÍ 9
2. NSÍ og HB 8
4. Víkingur 7
5. B36 6
6. Skála 5,4
7. AB 4,3
8. TB 3,9
9. EB/Streymur 3,4
10. ÍF 3,1
B36 og ÍF effektivast
Hóast KÍ skapti flestar málmøguleikar, so liggur KÍ næstaftast, tá tað kemur til at skora uppá málmøguleikarnar. B36 og botnliðið ÍF liggjast fremst. Tað merkir, at tey vóru tey bestu til lutfalsliga at skora uppá málmøguleikarnar. Tað sást m.a. í, at ÍF skorað fleiri mál enn tvey onnur, hóast liðið skapti fæst málmøguleikar.
Í prosentum skoraðu liðini soleiðis:
1. ÍF og B36 32 %
3. NSÍ 29 %
4. Víkingur og HB 28 %
6. EB/Streymur og AB 27 %
8. Skála og KÍ 26 %
10. TB 18 %
Í yvirlitinum eru allir dystir taldir við uttan hesir:
7. umfar: AB-Víkingur 1-3
17. umfar: EB/Streymur-TB 0-2
24. umfar: TB-EB/Streymur 1-2
26. umfar: HB-TB 3-0
Stuðlað FM-endabrestinum á bolt.fo hava:
Sp/f Baldvin Baldvinsson málarameistari