Vespureiðrið er søga, men annar verturin ger nú ''comeback'' á nýggjari rás.
Radio.fo boðar nú frá, at fótbóltssending verður á skrá hvønn mánadag kl. 16.00. Sendingin eitur Heilfluktarin og liðskiparin verður Jonhard H. Hansen, ið var annar verturin í vælumtóktu sendingini Vespureiðrinum hjá R7, ið var beinleiðis sending um føroyskan fótbólt hvønn mánadag í tveir tímar frá kl. 16.00 til 18.00. Radio.fo hevur yvirtikið sendinetið hjá R7.
Radio.fo skrivar:
HEILFLUKTARIN - Nýggj fótbólts-sending á Radio.fo!
Mánadagin kl 16. byrjar nýggja fótbólts-sendingin HEILFLUKTARIN á Radio.fo. Liðskipari verður Jonhard H. Hansen, og undir liðini á honum verður Petur Hansen. Harafturat verður uttan iva ein hópur av ekspertum at hoyra millum ár og dag.
Sendingin fer ikki at hava fastan bústað, men vertirnir fara at ferðast runt við henni. Fyrsta sendingin verður send úr Fuglafirði mánadagin t. 22.02.21 kl. 16:00.
Viðmerkingar til sendingina kunnu sendast her á FB ella við SMS á 222181