KVF hevur havt longri samrøðu við nýggja HB-venjaran Jonas Dal Andersen. Royndi danski venjarin sigur, at hópurin er nærum uppá pláss, men møguleiki er fyri, at hann sleppur at ''keypa'' ein ella tveir leikarar.
- Sum eg skilji tað, so høvdu Jens Berthel (Askou, blaðm.), Kevin (Schindler, blaðm.) og Lars (Müller, blaðm.) hópin nøkunlunda uppá pláss. Tí er tað ikki ordiliga pláss í hvørki hópi ella fíggjarstøðuni til at gera tað heilt villa við at heinta nógvar nýggjar leikarar. Men tað kann gott vera, at tað eru eitt ella tvey keyp á veg, sum eg kundi hildið verið spennandi at fingið við. Annars havi eg stórt álit á, at hópurin sum var settur saman áðrenn jól er sterkur nokk. Vit hava nakrar vikur til kappingin byrjar, so har hava vit tíð til at síggja, um vit skulu hava styrk og hvar, sigur hann við KVF.
Skulu vinna FM
Í HB verður vanliga ikki fjalt útyvir, at at man skal vinna meistaraheitið, og tað er tað heldur ikki hesaferð.
- Eg haldi, at vit øll í HB skulu føla okkum trýst til at vinna. Tað er tað sum ger, at vit vónandi eisini vinna. Vit skulu vinna meistaraheitið og tað er hægsta raðfesting. Tað er har vit síggja okkum sjálvar og meta, at vita eiga at vera. Tað skulu vit ikki vera bangnir fyri at siga. Harvið er ikki sagt, at verður talan um eitt ‘’stong út kappingarár’’ so kunnu vit noyðast við einum 2. plássi ella 3. plássi, um tað gongur heilt galið, sigur Jonas Dal Andersen við KVF.
Øll samrøðan finst á kvf.fo HER