NSÍ-leikarin fer at royna seg uttanlands í komandi viku.
22 ára gamli Jann Benjaminsen er uppvaksin í B68, men hevur síðstu árini spælt við NSÍ. Hann hevur eisini verði partur av U21-landsliðnum. Nú bendur okkurt á, at at NSÍ-leikarin hevur ætlanir um at royna seg uttanlands. Keldur hjá bolt.fo vita at siga, at Jann Benjaminsen í komandi viku skal royndarvenja við Hødd. Hødd spælir í løtuni í triðbestu norsku deildini. Vit skulu bara aftur til 2016 at finna seinast, atf elagið spældi í næstbestu deildini og afturi í 2012 vann Hødd norsku steypakappingina, hóast liðið spældi í næstbestu deildini.