KÍ boðaði fyrr í dag frá, at fyrrverandi landsliðsleikarin hevur gjørt sáttmála fram til kappingarenda 2024.
25 ára gamli høgri bakkurin skaraði framúr í fleiri av kappingarárunum frá 2017-2021, áðrenn hann í vetur fór til Danmarkar og Næstved. Í fjør hevði hann gott samstarv við Árna Frederiksberg í høgru síðu. Serliga góður hevur Jóannes verið í álopspartinum og í at vinna bóltar frá mótstøðuliðnum á mótstøðuhálvuni.