FH-framherjin hevur fingið ein skaða.
Íslendska Morgunblaðið skrivar, at Jákup Thomsen fekk ein liðbandsskaða ímóti ÍBV í vikuskiftinum. Hann má væntandi binda frið millum fýra og seks vikur, skrivar Morgunblaðið.
Føroyar spæla tveir landsdystir fyrst í september. Móti Svøríki 5. september og móti Spania 8. september. Tí má Jákup metast ivasamur til hesar dystir.