Føroyameistararnir úr KÍ eru best umboðaðir á ársins liði 2019.
Talan er um ársins lið hjá InStat, har vit hava hugt eftir, hvørjir leikarar hava verið best á sínum plássum. Á liðnum er tó givið pláss fyri øllum trimum av Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð og Árna Frederiksberg, hóast teir ofta spæla á sama plássi sum høgri vongur. Jóannes hevur spælt fleiri dystir sentralt, og Árni hevur spælt dystir ella partar av dystum sum vinstri vongur.
Ársins lið hjá InStat er hetta:
Málverji: Kristian Joensen (KÍ)
Høgri bakkur: Jóannes K. Danielsen (KÍ)
Miðverji: Hørður Askham (HB)
Miðverji: Deni Pavlovic (KÍ)
Vinstri vongur: Alex Mellemgaard (B36)
Verjukendur miðvallarleikari: Jákup B. Andreasen (KÍ)
Sentralur miðvallarleikari: Pól Jóhannus Justinussen (NSÍ)
Vinstri vongur: Árni Frederiksberg (B36)
Høgri vongur: Adrian Justinussen (HB)
Hangandi álopsleikari: Jóannes Bjartalíð (KÍ)
Álopsleikari: Klæmint A. Olsen (NSÍ)
Eykaleikarar, sum í fleiri førum vóru í topp 11, men ikki fingu pláss, har teir spæla: Petur Knudsen (NSÍ), Patrik Johannesen (KÍ), Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Andrias Eriksen (B36), Magnus Egilsson (HB), Tórður Thomsen (NSÍ) og Ronni Møller-Iversen (Skála).
Í yvirlitinum eru allir dystir taldir við uttan hesir:
7. umfar: AB-Víkingur 1-3
17. umfar: EB/Streymur-TB 0-2
24. umfar: TB-EB/Streymur 1-2
26. umfar: HB-TB 3-0
Í morgin verður tiltakið ársins leikari hjá Miðlahúsinum & FSF, har leikarar alment vera valdir. Mest sannlíkt fara teir flestu av omanfyri nevndu leikarum at ganga aftur.
Stuðlað FM-endabrestinum á bolt.fo hava:
Sp/f Baldvin Baldvinsson málarameistari