Enn fleiri broytingar í AB. Hjálparvenjarin greiðir her frá avgerðini.
Jón Krosslá Poulsen hevur í ár verið hálparvenjari hjá Sámal Eriki Hentze í AB. Sámal Erik segði upp týsdagin, tí ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvaraðu millum venjara og felag. Hjálparvenjarin, Jón Krosslá Poulsen, stóð á odda fyri liðnum saman við Rógva Poulsen til steypadystin móti HB mikukvøldið. Men tað ger hann ikki meir. Tí Jón Krosslá Poulsen hevur eisini tikið avgerð um at gevast í AB.
- Eg eri farin, tí Sámal Erik fór. Alt tað sum hann fekk lovað, tá hann skrivaði undir, bleiv hálað aftur, so vit føldu, at vit sluppu ikki víðari, sigur Jón Krosslá Poulsen við bolt.fo.
AB liggur á 6. plássi við 10 stigum fyri 10 dystir. Sunnudagin vitjar AB hjá B36.