Í kvøld verður avgjørt, hvat lið av Víkingi-B36 skal spæla finaluna um løgmanssteypið um eina viku. Bæði liðini spæla fyri at tryggja sær Conference League pláss.
Hyggja vit eftir stigatalvuni og innanhýsis dystum í ár, so er B36 favorittur í kvøld. Í landskappingini endaði B36 12 stig frammanfyri og í innanhýsis dystunum vann B36 tveir av trimum dystum.
Úrslitini vóru:
Víkingur-B36 4-2 (væntað mál: 2,50-3,70)
B36-Víkingur 4-2 (væntað mál: 0,76-1,65)
Víkingur-B36 1-3 (væntað mál: 2,40-1,51)
Niðanfyri fara vit at hyggja eftir, hvat eyðkendi hesar tríggjar dystirnar, um vit hyggja eftir hagtølunum hjá InStat.
B36 hevur bóltin minst 55 %
B36 hevur allar dystirnar havt bóltin væl meira. B36 hevði bóltin 61 %, 55 % og 58 %.
Víkingur missir bóltin oftari á egnari hálvu
Víkingur hevur mist bóltin væl oftari á egnari hálvu enn B36. 24-16, 21-7 og 21-15 siga tey hagtølini fyri teir tríggjar dystirnar.
Sølvi er lyklaleikarin hjá Víkingi
Hjá Víkingi skarar Sølvi Vatnhamar framúr móti B36, serliga eldri beiggin Sølvi. Hann hevur skorað flest mál (2), hevur flest málstig (3), skapt flest málmøguleikar (6), havt hægst væntað mál (1,31), havt flest avlevringar (121), flest góðar driblingar (10) og flest væntað upplegg (3,4).
Árni er lyklaleikarin hjá B36
Hjá B36 hevur Árni Frederiksberg skarað framúr móti Víkingi. Hann hevur flest mál (2), flest málstig (4), skapt flest málmøguleikar (10), havt flest málroyndir innanfyri málstengurnar (7), flest avleveringar (146), flest góð innlegg (7) og hægst væntað upplegg (2,30).
Hálvfinalan millum Víking-B36 byrjar í Runavík í kvøld kl. 19.00.