Her eru hagtølini fyri innlegg fyrsta triðing av kappingarárinum. Bárður J. Hansen hjá Víkingi skarar framúr. Høgri bakkurin hevur havt flest innlegg og er á 2. plássi fyri lutfalsliga best innlegg. Daniel Johansen úr HB hevur havt tey neyvastu innleggini. Tølini eru frá InStat.
Flest innlegg:
1. Bárður J. Hansen (Víkingur) 52
2. Patrick Da Silva (KÍ) 50
3. Árni Frederiksberg (KÍ) 39
4. Pætur Skipanes (NSÍ) 33
5. Daniel Johansen (HB) 32
Lutfalsliga góð innlegg (og havt minst 20):
1. Daniel Johansen (HB) 41 %
2. Bárður J. Hansen (Víkingur) 40 %
3. Árni Frederiksberg (KÍ) 36 %
4. Mads B. Mikkelsen (KÍ) 33 %
5. Jesper Brinck (KÍ) og Andreas E. Jacobsen (Skála) 29 %
Har kann nevnast, at Patrick Da Silva hjá KÍ, sum saman við Bárði J. Hansen hevur nógv flest innlegg í deildini, liggur á 16 % fyri neyv innlegg.