Tveir leikarar spæla heilt vist ikki við 07 Vestur í 2022.
Magnus Powell, venjari hjá 07 Vestur, sigur, at 35 ára gamli serbin, Zoran Vujovic, og 33 ára gamli serbin, Predrag Jeremic, spæla ikki við 07 Vestur í 2022. Onkur onnur ivamál eru, men har ber ikki til at siga við vissu, um teir halda fram ella ikki í núverandi støðu.
07 Vestur hevur havt sítt besta kappingarár í søgu felagsins og liggur undan síðsta umfarinum á 7. plássi.