Nú ljóðar fyri vist, hvør verður nýggjur høvuðsvenjari hjá TB.
Sambært góðum keldum hjá bolt.fo, so verður tað ein gamal kenningur í TB, sum verður høvuðsvenjari í ár. Talan er um serbiska Zoran Pavlovic, sum er 61 ára gamal. Hann var venjari hjá TB í 2019, burtursæð frá síðstu trimum umførunum. Tá endaði TB á 8. plássi við 19 stigum. Harafturat spældi hann við TB í 1997 og 1998, har hann eisini eitt skiftið var høvuðsvenjari, so talan er um persón, sum kennir felagið. Sambært Transfermarkt hevur hann ikki verið venjari á høgum stigi síðani 2019, men frammanundan tí hevði hann verið høvuðsvenjari, hjálparvenjari og ungdómsvenjari hjá ymiskum feløgum í Serbia.
Zoran er pápi Deni Pavlovic, sum hevur verið lyklaleikari hjá KÍ síðani 2018.