Vit hava kannað, hvar føroysku liðini spæla sínar heimadystir í Evropakappingum, og hvussu langt inní kappingarnar tey kunnu spæla har.
Frá FSF hava vit fingið upplýst, at liðini spæla her:
KÍ: Við Djúpumýrar í Klaksvík
HB: Gundadali í Tórshavn
Víkingur: Tórsvølli í Tórshavn
B36: Gundadali í Tórshavn
Føroysku liðini byrja øll í 1. undanumfari í Champions League ella Conference League. Lógarkrøvini eru tey, at kemur nakað lið til 3. undanumfar í nakrari kapping, so skal spælast á Tórsvølli. Tað merkir, at KÍ, HB og B36 í mesta lagi koma at spæla tveir heimadystir á sínum heimavøllum, áðrenn tey skifta til Tórsvøll, um tey koma til 3. umfar.