Føroyski toppskjúttin hjá Keflavík er eftirspurdur.
Fotbolt.net skrivar, at íslendsku meistararnir Breidablik hava roynt at keypt Patrik úr Keflavík fyrr í hesum mánaðinum. Eisini íslendska stórfelagið Valur hevur víst føroyinginum áhuga.
Patrik hevur sáttmála við Keflavík eitt ár afturat. Í Føroyum eru eisini leysasøgur um, at hann kann verða á veg aftur til KÍ, har hann vandi við uppundir síðsta landsliðssteðg. Enn er ógreitt, hvar Patrik spælir í 2023.