Hann hevur síðstu árini spælt ungdómsfótbólt við FC Midtjylland.
Tað verður í triðbestu donsku deildini, at 19 ára gamli Hanus Sørensen fer at spæla framyvir. U21-landsliðsleikarin hevur gjørt ein tvey-ára sáttmála við Middelfart. Tað boðar Middelfart frá í morgun.
Middelfart liggur á 7. plássi av 14 liðum í øðrum av bólkunum í triðbestu deildini.