Í B36 eru flest mál og upplegg burtur samanborið við 2020. Víkingur hevur mist lutfalsliga lítið av málum frá 2020.
Hjá B36 eru heili 36 mál og 50 upplegg burtur frá 2020. Tað eru serliga Michal Przybylski, Árni Frederiksberg og Stefan Radosavljevic, sum standa fyri teimum málunum og uppleggunum. Heili 65 % av uppleggunum hjá B36 eru ikki longur í felagnum.
Mál burtur í mun til 2020
36: B36
15: KÍ
14: HB
10: NSÍ og TB
6: Víkingur og EB/Streymur
3: ÍF
Í prosentum í mun til samlaða tali av málum í 2020:
50 %: TB
47 %: B36
23 %: EB/Streymur
21 %: KÍ
17 %: HB og NSÍ
11 %: Víkingur
9 %: ÍF
Upplegg burtur í mun til 2020
50: B36
27: KÍ
23: NSÍ
12: HB
7: ÍF
6: Víkingur
4: TB
3: EB/Streymur
Í prosentum í mun til samlaða tali av uppleggum í 2020:
65 %: B36
40 %: NSÍ
38 %: KÍ
21 %: ÍF
20 %: TB
15 %: HB
12 %: EB/Streymur
11 %: Víkingur
Hagtølini taka støðið í at:
Delphin Tsiembe ikki heldur fram í HB
At Erling Dávidsson og Brian Jakobsen ikki halda fram í B36
At Filip Djordjevic heldur fram í ÍF