Hagtølini fyri fyrsta triðingin vísa, at KÍ er í flokki fyri seg á kropsliga økinum.
Talvan niðanfyri er við tølum frá InStat og vísir, at KÍ serliga í nærdystum í verjuspælinum og luftspælinum er í flokki fyri seg. Í nærdystum í verjuspælinum eru átta av hinum níggju liðunum í miðal sjey minst prosent lægri og í luftspælinum eru átta av hinum níggju minst átta prosent lægri.
Tað eru uttan iva fleiri orsøkir til, at KÍ er so væl fyri á kropsliga økinum. Men eisini aldurin á leikarunum, sum KÍ brúkar, brýtir eitt sindur frá hinum. Av teinum 14 mest brúktu leikarunum, so eru bara tríggir leikarar undir 25 ár. Hjá øllum hinum liðunum uttan EB/Streymi, so liggur hetta talið á minst sjey leikarum.