Ein av áhugaverdastu dystunum í 22. umfari er lagdur fyri seg sjálvan sunnukvøldið.
Tað sá leingi út til, at 22. umfar bleiv eitt umfar, har allir dystirnir blivu kl. 15.00 sunnudagin. men so verður ikki. Tí dysturin millum HB-NSÍ, ið hevur stóran týdning fyri Evropa Conference League plássini, er nú settur til kl. 19.00 og verður hann leiktur á Tórsvølli, har ljósviðurskiftini eru framúr.
Sostatt fáa allir fótbóltsáhugaðir føroyingar møguleikan at síggja hendan dystin, antin á Tórsvølli ella í Televarpinum.
HB liggur á 4. plássi við 34 stigum, meðan NSÍ liggur á 5. plássi við 32 stigum. HB hevur spælt tríggjar dystir færri.